KAF: Starvsfólk á dagstovnaøkinum hava tíð til fyrireiking og eftirmeting

KAF: Starvsfólk á dagstovnaøkinum hava tíð til fyrireiking og eftirmeting
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, staðfestir út frá kanning av dagstovnaøkinum, at dagstovnaleiðarar og -námsfrøðingar fáa tíð til bæði fyrireiking og eftirmeting
Starvsfólk á dagstovnaøkinum hava tíð til fyrireiking og eftirmeting, staðfestir Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
23.03.2023 - 07:08

Í gjár handaði ein fylgibólkur tilmæli sítt um "Tíð til annað arbeiði" á dagstovnaøkinum til Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag. 

Tilmælið byggir á kanning, ið er gjørd av uttanveltaðum ráðgevaratoymi.

Kanningin og tilmælið eru úrslit av gerðabókavtalu, sum partarnir samdust um undir sáttmálasamráðingunum 2020/21. 

Síðani hevur ein fylgibólkur, mannaður við umboðum frá pørtunum, gjørt eitt tilmæli við støði í kanningini.

 

Øll spurd - ikki øll svarað

Allir leiðarar og øll starvsfólk á dagstovnunum í Føroyum, sum eru limir í Føroya Pedagogfelag, eru spurd.

Av hesum hava 48 dagstovnaleiðarar svarað, sum er eitt svarprosent á 71 prosent.

Av teimum 322 starvsfólkunum, sum eru spurd, var svarprosentið 32 prosent.

 

Tíð er til fyrireiking og eftirmeting

Ein av niðurstøðunum er, at leiðarar á dagstovnum brúka í miðal níggju tímar til fyrireiking og fýra tímar í miðal til eftirmeting um vikuna. 

Námsfrøðingar brúka tríggjar tímar og hjálparfólkini 1,8 tímar í miðal til fyrireiking um vikuna.

Harumframt brúka námsfrøðingar ein tíma og hjálparfólkini 0,6 tímar í miðal um vikuna til eftirmeting, skrivar Kommunala Arbeiðsgevarafelagi í tíðindaskrivinum

"Sostatt gevur kanningin eina ábending um, at bæði leiðarar og starvsfólk hava tíð til fyrireiking og eftirmeting á dagstovnaøkinum - eisini meira enn tann eina tíman um vikuna, sum § 10 í sáttmálanum ásetur, at námsfrøðingar á dagstovnum kunnu brúka til fyrireiking. Eftirsum kanningin vísir á miðaltøl, eru sjálvandi leiðarar og starvsfólk, sum brúka bæði meiri og minni tíð enn hesi miðaltøl," skrivar Kommunal arbeiðsgevarafelagið í tíðindindaskrivinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Leygardag 5. september
Heilsuhornið
212604
Fríggjadag 4. september
Vikuskiftið 4 sept 2026
212745
Fríggjadag 4. september
LEITISSTEIN 04.09.2026 (Fríða Saiya)
212738
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572