A-landsliðið: Seinastu fyrireikingarnar í Chișinău

A-landsliðið: Seinastu fyrireikingarnar í Chișinău
Bæði Håkan Ericson, venjari, og Mathias Lamhauge, sum fyri fyrstu ferð skal verja føroyska málið í einum undankappingardysti, hava góðar vónir undan dystinum ímóti Moldova
23.03.2023 - 12:58

Er Mathias Lamhauge eitt vet spentari enn hinir á føroyska landsliðnum, hoyrist tað ikki á honum.

Í morgin spælir B36-málverjin sín fyrsta undankappingardyst fyri Føroyar, men hann tykist hava tamarhald á kenslunum.

 - Onkursvegna roynir tú at gera teg eins kláran til allar dystirnar, sigur Mathias Lamhauge, sum hevur spælt venjingardystir fyri Føroyar ímóti Liktinstein og Kosovo.

 - Tað er framvegis ein fótbóltsdystur, mást tú minnast til, og tú gert títt besta við at gera teg so kláran sum gjørligt, sigur málverjin.

Føstu málverjarnir síðstu nógvu árini, Gunnar Nielsen og Teitur Matras Gestsson, er ikki tøkir. Gunnar Nielsen umhugsar sína fótbóltsframtíð, meðan Teitur Matras Gestsson júst er vorðin pápi fyri fjórðu ferð og gav avboð.

Tí hevur landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, ikki stórvegis val. Afturat Mathiasi Lamhauge hevur hann Bárð á Reynatrøð og Bjarta Vitalis Mørk, og tá telja landsliðsroyndirnar hjá B36-málverjanum, sum hevur verið longst í landsliðshópinum, nógv.

 - Hann fekk boðini tíðliga, so hann kann fyrireika seg, og hann fær allan tann stuðul, sum hann vil hava, men hann tykist sera sinniligur og róligur, og eg haldi, at Mathias hevur ment seg nógv í hálvtannað ár, sigur Håkan Ericson.

EM-undankappingardysturin ímóti Moldova verður klokkan 19.45 í morgin, og Kringvarpið sendir dystin eftir Dag og Viku. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Leygardag 16. mai
Morgunlestur leygardagur 16.mai 2026
208062
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365