Heimastýrislógin ment Føroyar

25.03.2023 - 13:38
InnlendisPolitikkur
Heimastýrislógin ment Føroyar
Formaðurin í Sambandsflokkinum fegnast um, at heimastýrislógin hevur verið við til at ment Føroyar til eitt av heimsins bestu samfeløgum at liva og virka í.

Sambandsflokkurin hevur í dag landsfund í heimbygdini hjá formanninum, Bárði á Steig Nielsen, og byrjaði fundurin klokkan 9 í morgin, og hildið verður fram til umleið klokkan 16.

Í formansrøðu síni segði hann segði nøkur orð um Heimastýrislógina og nart í hesum sambandi eisini við sjónvarpssendirøðina “O, móðurlandið”, sum Kringvarpið hevur víst seinastu vikurnar.

Sambandsformaðurin staðfesti eisini, at kenslan í dag er ein onnur enn fyri einum ári síðani, tí flokkurin er í løtuni í andstøðu, men var partur av fyrstu samgongusamráðingunum eftir valið í desember.

Sum siðvenja er, hevur Sambandsflokkurin ein gest frá danska systirflokkinum, Venstre, við á landsfundinum. Í ár er tað samferðslumálaráðharrin, Thomas Nolsøe Danielsen, sum eisini er hálvur føroyingur.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. desember
Góðan morgun Føroyar
201642
Mikudag 17. desember
Kvinnan og prædikan
201622
Mikudag 17. desember
Morgunlestur mikudagur 17.desember 2025
200536
Týsdag 16. desember
Breddin: Suðuroyartunnilin aftur í tinginum
201586
Týsdag 16. desember
Morgunlestur týsdagur 16.desember 2025
200535
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201638
Týsdag 16. desember
Veðrið
201604
Týsdag 16. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201577
Mánadag 15. desember
Veðrið
201552