Størri ferðsla í Eysturoyartunlinum fyrsta ársfjórðing

Størri ferðsla í Eysturoyartunlinum fyrsta ársfjórðing
Vøkstur hevur verið allar tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, og í mars koyrdu 5.366 akfør í miðal um samdøgrið í tunlinum 
Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum higartil í ár hevur verið 5.227 bilar um samdøgrið.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.04.2023 - 14:53

Ferðslan í Eysturoyartunlinum er vaksin við 774 bilum um samdøgrið fyrsta ársfjórðing í ár samanborið við fyrsta ársfjórðing í fjør.

Miðalferðslan higartil í ár hevur verið 5.227 bilar um samdøgrið.

Hon var 4.453 sama tíðarskeið í fjør. 

Vøkstur hevur verið allar tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, og í mars koyrdu 5.366 akfør í miðal um samdøgrið gjøgnum tunnilin. 

 

Heldur vøksturin sær í ár, fer miðalferðslan at vaksa við stívliga 200 bilum um samdøgrið. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Bara tvær ferðir áður hevur ferðslan verið størrii, enn hon var í mars; tað var í september og november í fjør. 

Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum í fjør var stívliga 5.000 bilar um samdøgrið. Heldur vøksturin sær í ár, fer miðalferðslan at vaksa við stívliga 200 bilum um samdøgrið. 

Enn vantar tó nógv í, áðrenn ferðslan gjøgnum Eystur- og Sandoyartunlarnar er so mikið fræg, at tunlarnir bera seg fíggjarliga.

Sagt hevur verið, at ferðslan í Eystur- og Sandoyartunlunum skal upp á 7.200 akfør um samdøgrið, áðrenn tunlarnir fara at hanga saman fíggjarliga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290