Góðan morgun Føroyar

Vandin liggur í misinformatión
11-04-2023
Fleiri leiðandi KT-serfrøðingar ávara nú, tí menningin av chat GPT tøkni gongur ov skjótt

Orsøkina sigur Hannes Gislason, professari og útbúgvingarleiðari fyri MSc í Dátuvísindum á Setrinum, vera millum annað, at tað er ov lætt at misnýta tøknina til lógarbrot og misvísandi kunning.

- Tað verður lættari at lata, sum um tú ert onkur annar, fyri soleiðis at lokka pengar burtur úr fólki, men vit skulu eisini minnast til, at har eru fyrimunir við tøknini, sum AI er betur til enn fólk. Til dømis at viðgera stóra datamongdir, og loysa kompleksar uppgávur, leggur hann afturat.

- Meira og meira fara vit at brúka hesa tøkni, sum vit longu brúka tá vit siga góðan morgun við Alexu ella Siri, sigur Torben Nielsen, KT serfrøðingur, tí bæði hann og Hannes eru á einum máli um, at ikki ber til at steðga tøknini, men at orsøkin til ávaringina helst er, at serfrøðingar ynskja eitt regluverk at fylgja við tøknini. 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Prát og veðrið
21-10-2026
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026