Góðan morgun Føroyar

Kend andlit í danskari undirhaldssending
12-04-2023
Jens Marni Hansen og Søren H. Pedersen eru við í stórari, nýggjari undirhaldssending, sum byrjar fríggjakvøldið á DR1.

- Her í Føroyum ger mann ofta tað sama, so hví ikki royna nakað øðrvísi og stuttligt.

Soleiðis sigur Jens Marni Hansen, sum saman við Søren Haugaard Pedersen verður at síggja í nýggju stóru undirhaldssendingini, Stjerneklar, sum fyrstu ferð verður at síggja fríggjakvøldið.

Longu í septembur í fjør fingu teir báðir fyrispurning frá Danmarks Radio um at vera við í nýggju undirhaldssendingini.

- Eg gjørdi teimum greitt beinanvegin, at skuldu onkrir dómarar sita har og avgera, um eg syngi væl ella ikki, so tímdi eg ikki at vera við. Men tað fekk eg lovað, at soleiðis var ikki, og tí tími eg at taka lut í sendingini, sigur Søren Haugaard Pedersen, ið dagliga arbeiðir sum lærari.

Stjerneklar eitur nýggja undirhaldssendingin hjá DR, sum fyrstu ferð verður at síggja nú fríggjakvøldið. Jens Marni Hansen fer á pallin 21. apríl, meðan Søren Haugaard Pedersen skal upptraðka fríggjakvøldið 12. mai.

Talan er um eina beinleiðis sending, sum verður at síggja næstu átta fríggjakvøldini, har luttakararnir skulu syngja og upptraðka sum teirra fyrimynd.

Í morgunsendingini greiða Jens Marni Hansen og Søren Haugaard Pedersen frá sendingini.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Koyr saman í ítrótti og altjóða badmintonkapping í Føroyum
20-10-2026
Kapping og prát
16-10-2026
Prát og veðrið
16-10-2026
Viðmerkingar í býnum, føroyskar røður
15-10-2026
Leivur vil liva, veðrið
15-10-2026
Hvat krevst fyri at lata arbeiðsmarknaðin upp fyri fólki, ið hava skerdan førleika? Og hvussu er lívið aftaná krabbamein?
14-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
14-10-2026
Nýggj bók um Mikladals kirkju og heystfjøllini gingin
13-10-2026
Góður morguntónleikur og veðurforsøgnin frá Veðurstovu Føroya
13-10-2026
Menning av vørum úr sjónum, Jens Jákup Hansen
12-10-2026
Prát og veðrið
12-10-2026