- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðan morgun Føroyar

Heimsins størsta rúmdarrakett klár at senda upp
17-04-2023
Tað er felagið hjá Elon Musk, Space X, sum stendur fyri uppsendingini
Rúmdarfjepparar í hópatali fylgja við, nú Starship stendur á skotpallinum í Boca Chica í Texas.
Væntað verður, at rakettin, sum er tann størsta nakrantíð, fer á sína fyrstu royndarferð í dag, mánadag.
Endamálið við royndarflúgvini er at læra so nógv sum gjørligt og brúka vitanina til framhaldandi at menna Starship, sum hevur bæði mánan og Mars í sínum framtíðarvisiónum.
Martin Andreas Kruse sigur, at hetta sannlíkt er startskotið til eitt nýtt rúmdartíðarskeið.
Uppsendingin sæst á hesum leinki.

Góðan morgun Føroyar
Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500