Góðan morgun Føroyar

Fótbóltssambandið farið í hernað móti ágangi á netinum
17-04-2023
Hóast fótbóltur er spennandi og kensluframkallandi, so eigur ágangur á netinum als ikki at verða góðtikin. Tí setir FSF nú sjóneykuna á trupulleikan.

Real scars ella veruliga arr.

Við hesum orðunum varpar altjóða fótbóltssamgongan, FIFA, og føroyska fótbóltssambandið ljós á ágang á netinum. Tí eins og nógva aðra staðni, ja so rakar talgildur ágangur eisini fólk í fótbóltsheiminum.

- Tá eg var yngri, lat eg meg í stóran mun ávirka av øllum tí, sum fólk skrivaðu um meg á netinum. Í dag gangi eg ikki líka høgt upp í, hvat onnur halda um meg.

Orðini eigur Jákup á Borg, sum hevur nógv á á baki sum fótbóltsspælari, og sum í dag er venjari hjá besta mansliðnum hjá B68. Ein, sum kennir seg aftur í hesum, er Hanus Sørensen, ið spælir við HB og er við á A-landsliðnum hjá monnum.

- Mann hevur ofta lyndi til at skunda sær á netið at hyggja eftir, hvat fólk siga og skriva um ein. Kanska serliga tá tað hevur gingist væl, sigur Hanus Sørensen, sum sigur seg ikki lata seg ávirka av, hvat verður sagt ella skrivað um seg á netinum.

Í morgunsendingini greiða Jákup á Borg og Hanus Sørenen frá sínum upplivingum viðvíkjandi ágangi á netinum. Eisini fortelur Andrass Thomsen um átakið "real scars".

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026