Góðan morgun Føroyar

Ferðavinnan blómar í norðoyggjum
17-04-2023
Fríggjadagin var móttøka á Visit Norðoy, í sambandi við at nýggi stjórin, Theresa Turidardóttir Kreutzmann, hevur tikið við starvinum.

- Eg og Ingibjørg gjørdu eina spennandi uppgávu fyri Klaksvíkar Kommunu, og eg treivs so væl við hesi uppgávuni og tað samstarvinum eg hevði við kommununa, at tá ið eg sá hetta starvið var leyst at søkja, hugsaði eg, at hatta tími eg ordliga væl, sigur Theresa.

Hon heldur at fólkini í Klaksvík hava ein jaliga tóna og vilja norðoyggjum tað besta.

 

Tey lokalu mugu við

Umframt at skipa ferðavinnuna í Klaksvík, so verður eitt tað fyrsta hon fer í gongd við, at fara út til øll smáplássini og tosa við tey lokalu, um hvussu ferðavinnan skal skipast har norðuri.

- Man kann bara menna ferðavinnuna, um tey í nærumhvørvinum stuðla undir henni. Man noyðist at menna ferðavinnuna saman við teimum lokalu, sigur Theresa.

Eitt sum hon ætlar at hyggja upp á, er hvussu ferðavinnan í Kalsoynni kann skipast, tí har er ein avbjóðing við øllum ferðafólkunum, sum vilja sleppa út í oynna.

 

Summarið sær gott út

- Her koma ferðafólk á gátt hvønn dag, og vit hava fingið nógvar bóking til summar, so tað sær gott út fyri ferðavinnuna her norðuri.

Lurta eftir samrøðuni við Theresu Thuridardóttir Kreutzmann.

Almenn móttøka var fríggjadagin, tá ið Theresa Thuridardóttir Kreutzmann hevði tikið við starvinum, sum stjóri fyri Visit Nordoy (Mynd: Dávur Winther)

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Ullarmóttøkan hjá Búnaðarstovuni og Frændur
24-09-2026
Nirvana og veðrið
24-09-2026
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026