Góðan morgun Føroyar

Ljóð: Havnar Telvingarfelag fyllir 100 ár
18-04-2023
Suni Merkistein, Jóannes Guttesen og Andrias Ziska, sum hava verið limir í meira enn 40 ár, vitja morgunsendingina og snartelva

Havnar Telvingarfelag er elsta talvfelag í Føroyum, og í dag hátíðarhalda tey 100 ára dagin í hølum felagsins í Finsen í Havn.

Talv er tó aldargamalt í Føroyum. Suni Merkistein, veteranur, hevur skrivað bók um talvsøguna í Føroyum, og hann veit at siga, at talv er gamalt í Føroyum.

Tilvísingar síggjast bæði í kvæðaskaldskapinum og ferðafrásagnum hjá Svabo og aftureftir. Suni Merkistein plagdi at varpa talv út fyrr eisini.

 

Gongur væl hjá felagnum

Jóannes Guttesen, formaður í felagnum og Andrias Ziska, veteranur, eru fegnir um, at tað gongur væl hjá felagnum framvegis, nú 100 ár eru liðin, síðani felagið varð stovnað.

Andrias Ziska er uppvaksin við talvi og abbi hansara var við til at stovna talvfelagið.

Nakrar avbjóðingar í dag eru, at tað ber til at telva á netinum, og tí skal felagið endurhugsa felagsskapin. Í ár ætla tey at bjóða fleiri tímar fyri óroynd, og tey vóna eisini at fáa fleiri kvinnur at telva, sigur Jóannes Guttesen.

Suni hevði eitt gamalt talv og eina klokku við í útvarpsstovuna, so Andrias og Jóannes - lærlingurin og lærumeistarin - snartelva, meðan Suni varpar út, sum í gomlum døgum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Veðrið og spurnarkappingin Skipsboð
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026
Tey ungu og PISA, vitlíki og heilin
17-09-2026
Visit Responsibly, Newton Føroyar
16-09-2026
Prát og veðrið
16-09-2026
Rúmdarvinna í Føroyum, plátuhúsar
15-09-2026
Prát og veðrið
15-09-2026