Góðan morgun Føroyar

Silvurkykt eru ein vaksandi trupulleiki
18-04-2023
Silvurkyktini, sum eru í familju við silvurfiskarnar, eru av álvara farin at gera um seg í Føroyum, eins og í grannalondunum

Í Føroyum hava alsamt fleiri fingið silvurkykt í heim sítt. Fyrsti tilburður av silvurkyktunum, sum á donskum verða kallað "skægkræ", var til dømis at finna í Noregi í 2013, tá bara í Oslo, og nú eru tey allastaðni kring Norra.

Í Danmark var fyrsti tilburður funnin í 2016, og í dag eru tey allastaðni í Danmark.

Silvurkyktini eru størri enn vanligi silvurfiskurin, og tey trívast væl í turrum øki, samanborið við silvurfiskin, sum trívist best í fuktigum øki. Tað merkir, at silvurkyktini kunnu vera allastaðni í húsinum, inni í skápum, skuffum, í sofuni, songini o.s.fr.

Tey eru ikki vandamikil, men tey kunnu vera til stóran ampa, og tey nørast í stórum. Silvurfiskurin gongur bert eftir gólvinum í fuktigum rúmum, meðan silvurkyktið gongur upp eftir veggjum, lofti o.a.

 

Trívast væl í byggitilfari og pappi

Heini Magnussen, stjóri í Skaðadjóratænastuni greiðir frá, at tey spjaða seg skjótt í Føroyum. Tey koma inn í hús við byggitilfari ella við taskum og klæðum úr øðrum bygningum.

Eitt, sum fleiri fólk hava varnast, er, at tey trívast væl í eitt nú væl umtókta loftinum Troldtekt, sum fleiri og fleiri fólk keypa sær.

Heini Magnussen sigur, at tey trívast væl í byggitilfari sum heild, men júst slíkt tilfar sum til dømis Troldtekt hevur nógvar holur og er framleitt av tilfari, sum silvurkyktunum dámar væl.

 

Pakka tilfar út uttanfyri

Hann mælir fólki til at pakka byggitilfar og møblar og annað tilfar út uttanfyri, so ein ikki tekur silvurkykt við inn í húsið.

- Harafturat er gott at heingja klæðir og taskur upp og ikki leggja tað á gólvið, tá ið mann er úti onkunstaðni fyri at fyribyrgja, at silvurkyktini koma við heim, sigur hann.

 

Eru verri at sleppa av við enn silvurfiskar

Heini Magnussen sigur, at mann má ansa eftir við at viðgera silvurkyktini við somu viðgerð, sum mann brúkar til silvurfiskar, tí tey gerast mótstøðufør.

- Tað ber til at sleppa av við silvurkyktini, men tey eru nakað truplari at hava við at gera enn silvurfiskar, tí tey kunnu vera allastaðni í húsinum, sigur Heini Magnussen, sum hevur týnt silvurkykt í nógvum húsum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026
Tey ungu og PISA, vitlíki og heilin
17-09-2026
Visit Responsibly, Newton Føroyar
16-09-2026
Prát og veðrið
16-09-2026
Rúmdarvinna í Føroyum, plátuhúsar
15-09-2026
Prát og veðrið
15-09-2026
Fólkaatkvøðan 1946
14-09-2026