Góðan morgun Føroyar

Feðgar samstarva um poppsangir
18-04-2023
- Vit arbeiða væl saman, hóast vit ikki eru samdir um alt, sigur Árni Andreasen, sum er farin at samstarva við sonin, Julian Andreasen, ið framleiðir tónleik.

- Eg gav soninum sangin og segði, at hann kundi gera júst tað, hann hevði hug til við sangin. Julian fekk púra fríar teymar. Og eg haldi, at úrslitið bleiv bara heilt gott.

Soleiðis sigur Árni Andreasen, sum júst nú er nógv at hoyra við sanginum "Tá eg sá teg". Ein sangur, sum ljóðar munandi øðrvísi enn tað, vit vanliga seta í samband við Árna Andreasen.

- Í roynd og veru gjørdi eg sangin í protest móti øllum tí dapra og tunga, sum er rættiliga nógv at hoyra í føroyskum tónleiki fyri tíðina. Hesin sangurin er lættur, banalur og einfaldur, sigur Árni Andreasen.

Og júst tað meira modernaða ljóðið hevur sonurin, Julian, syrgt fyri.

- Fyrstu ferð eg hoyrdi sangin, dámdi mær hann væl, men ofta er babba eitt sindur old school, so eg havi roynt at fingið eitt meira modernað ljóð, sigur Julian Andreasen.

Í morgunsendingini greiða feðgarnir báðir frá samstarvinum og siga søguna um sangin "Tá eg sá teg".

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Nýtt felag fyri lungnasjúk, Tryggur Ítróttur
23-09-2026
Prát og veðrið
23-09-2026
Bókadeild Føroya Lærarafelags 70 ár og gráa gullið
22-09-2026
Prát og veðrið
22-09-2026
Altjóða Alzheimerdagur - Flemming Østergaard, EM í Beach Sprint
21-09-2026
Prát og veðrið
21-09-2026
40 ár við venjing, kapping
18-09-2026
Gongufundur, veðrið
18-09-2026
Tey ungu og PISA, vitlíki og heilin
17-09-2026
Visit Responsibly, Newton Føroyar
16-09-2026
Prát og veðrið
16-09-2026