- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ritan aftur í sigling um mánaðarskiftið

Ritan fer væntandi aftur í sigling um mánaðarskiftið. Onnur skrúvan og róðurstamman fingu skaða, tá Ritan í síðstu skuldi leggjast at á Kirkju, og tey verða senda til Danmarkar. Har verður støða tikin til, um skrúvan og róðurstamman umvælast, ella gerast av nýggjum.

Umstýringin gekk fyri, og tí bakkaði skipið, til tað bar við land.

Funnu róðrið aftur

Hitt róðrið á Rituni hvarv eftir óhappið, men í gjár vóru kavarar niðri út fyri lendingini á Kirkju, og teir funnu róðrið aftur. Tað hevur ikki fingið stórvegis skaða og kann helst nýtast aftur.

Súlan hevur siglt fyri Rituna, og harafturat hevur Viljin siglt eftir tørvi.

Ritan stendur á sleipistøðini í Klaksvík, og gongst sum ætlað verður umvælingin liðug um mánaðarskiftið, sigur Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni.