Landalingin í Kina riggar væl

22.04.2023 - 18:50
InnlendisVinna
Landalingin í Kina riggar væl
Landalingin hjá felagnum Nordic Aqua Partners í Kina, sum føroyingurin, Ragnar Joensen, stendur á odda fyri, gongur eftir ætlan.
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
00:00
00:00
00:00
 
Økið, sum verður brúkt til landalingina í Kina, er til støddar sum seks fótbóltsvøllir
Mynd: Nordic Aqua Partners  

Landalistøðin, sum liggur nærhendis Shanghai, fyllir eitt øki, sum er til støddar sum seks fótbóltsvallir, og alingin fer fram í fleiri stigum.

Í fyrsta umfari verður bygt til 4.000 tons og síðani til 8.000 tons, men samanlagt er pláss fyri at ala 20.000 tons av laksi á økinum, Nordic Aqua Partners hevur til taks.

Ragnar Joensen var fyrst nevndarformaður, men er nú stjóri fyri stóru royndini við landaling í Kina, ið hann letur væl at.

– Fiskurin hevur gingið í kørunum í gott og væl eitt ár, og so hvørt sum hann veksur, verður hann fluttur í størri og størri kør, sigur hann.

– Landalingin er dýrari enn havaling, men afturfyri er tað lættari at stýra viðurskiftum sum sjúku og lús.

Hóast tað krevur nógv pláss at ala á landi, so heldur Ragnar Joensen tað avgjørt verða møguligt at hava landaling í Føroyum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. mai
Eftir Vørðunum - teknmálstulkað
192195
Mikudag 21. mai
KAKUMiKS (2:7) - teknmálstulkað
192190
Mikudag 21. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
192158
Týsdag 20. mai
Veðrið
192138
Týsdag 20. mai
3-2 (28. apríl 2025)
192112