Góðan morgun Føroyar

Sóknast eftir góðum svøvnráðum
24-04-2023
Mælt verður til, at vaksin sova átta tímar hvørja nátt. Men nógv mugu ásanna, at tað er trupult at røkka málinum.

Vánaligur svøvnur kann ávirka okkum á so mangan hátt.

Ein, sum hevur kent sviðan av tí, er Bárður Persson.

Hann hevur leingi havt ilt við at sova nóg mikið, men í seinastuni hevur verið verri enn vanligt.

Tað fekk Bárð at senda eitt neyðarróp út á sín facebookvanga.

Hann sóknast eftir góðum svøvnráðum.

Bárður Persson vísir á, at ein trupulleiki, sum rakar so nógvar føroyingar, átti at verið tikin í nógv størri álvara.

Eitt nú hevði verið gott, um fakfólk høvdu eina vegleiðing, sum kundi hjálpt teimum mongu, ið hava ringar svøvngávur.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
No Rest for the Wicked, Erasmus+
02-09-2026
Prát og veðrið
02-09-2026
Trækrúnulívæðrin og ferðslupolitiið
01-09-2026
Logos Hope og Veðrið
01-09-2026
Vit tosa um løn og havhest
31-08-2026
Prát og veðrið
31-08-2026
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026