Góðan morgun Føroyar

Seta sjóneykuna á børn í ítrótti
24-04-2023
Skaðar, trýst og fráfall eru á breddanum, tá Ítróttarsamband Føroya skipar fyri Ítróttartingi 2023

Tøl vísa, at 71 prosent av børnum í Føroyum eru virkin í ítrótti og rørslu, men longu um 15 ára aldur er talið komið niður á 52 prosent.

Hví gevast tey, tá tey er um 15 ár, og hví er tað so týdningarmikið at hava tey sum longst í ítróttarfelagsskapi?

Hetta er nakað av tí, sum er á skránni, tá Ítróttartingið 2023 verður leygardagin 29. apríl. Talan er um eina ráðstevnu, ið er ætlað venjarum, ungdómsnevndum, foreldrum og øðrum, sum hava áhuga fyri barna- og ungdómsítrótti. Ítróttarsamband Føroya skipar fyri.

Í morgunsendingini greiðir Andras Nolsøe, ráðgevi í ÍSF, frá Ítróttartingi 2023, og hví tey hava valt at seta sjóneykuna um skaðar, trýst og fráfall.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
No Rest for the Wicked, Erasmus+
02-09-2026
Prát og veðrið
02-09-2026
Trækrúnulívæðrin og ferðslupolitiið
01-09-2026
Logos Hope og Veðrið
01-09-2026
Vit tosa um løn og havhest
31-08-2026
Prát og veðrið
31-08-2026
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026