Vaksandi nýtsla av heilivági: Hava eisini ADHD sum vaksin

Vaksandi nýtsla av heilivági: Hava eisini ADHD sum vaksin
Margit Stórá, landsstýriskvinna, hevur svarað fyrispuringi frá Liljuni Weihe, løgtingskvinnu
Nýtslan av ADHD-heilivági fer væntandi at vaksa, tí fleiri verða sett í viðgerð, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum. (Savnsmynd)
 
28.04.2023 - 08:32

Nógv vaksin hava seinastu árini fingið staðfest, at tey hava ADHD.

Meginparturin fær ADHD-heilivág.

Tað er høvuðsorsøkin til, at nýtslan av ADHD-heilivági er økt so nógv seinastu árini.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna, í svarinum til Liljuna Weihe, løgtingskvinnu, sum spurdi um ADHD-heilivágin Ritalin. 

 

Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum. 

 

Hava eisini ADHD sum vaksin

Orsøkin til, at fleiri vera ávíst til útgreininger nú, er sambært Psykiatriska deplinum, at fyrr var ADHD bara hildin vera ein trupulleiki hjá børnum.

Men nú sigur fakkunnleikin, at nógv børn, sum hava ADHD, hava framvegis ADHD, tá tey eru vorðin vaksin.

Tey, sum nú eru vaksin og høvdu ADHD sum børn, vóru ikki kannað tá.

Teirra trupulleikar vóru mettir at stava frá øðrum enn ADHD.

 

Liljan Weihe, løgtingskvinna, spurdi um ADHD-heilivágin Ritalin. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

100 ávísingar

100 vaksin fólk vóru ávíst til útgreiningar í januar og februar í ár.  

Støðugur vøkstur í ávísingunum ger, at vit kunnu vænta, at fleiri vaksin fólk verða sett í viðgerð fyri ADHD.

Tí fer nýtslan av ADHD-heilivági eisini at vaksa, sigur Margit Stórá í svarinum.

Hon sigur, at í Føroyum verður nú í alsamt størri mun brúktur heilivágur, sum ikki er í sama vanda fyri at vera brúktur til at rúsa seg við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Leygardag 3. oktober
Plátupanelið #42 (1996)
214225
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-Arctic Vision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162