Góðan morgun Føroyar

Fríggjadagspanelið: Øll rættuliga samd í morgun
28-04-2023
Evnini í morgun eru MR skannarin í Klaksvík, vakmyndatól á Glasi og telefonpolitikkur í fólkaskúlum.

Í panelinum í morgun eru Rani Nolsøe, Elisa Vang og Arni Zachariassen.

Tey trý eru sera samd, tá ið tosað er um tann nógv umrødda MR skannaran í Klaksvík, sum hevur elvt til kjak. Í meðan stjórin á Klaksvíkar sjúkrahúsið fegnast um nýggja skannaran, so heldur landsstýriskvinnan í fíggjarmálum tað ikki vera í lagi, at Klaksvíkar sjúkrahús fær ein skannara í gávu. 

Næsta evni í morgun er vakmyndatólini á Glasi, sum næmingar hava mótmælt í móti. Tey skilja væl, at tey ikki gleðast um hetta. Í hesum málinum snýr tað seg um at hava álit, siga tey. Tískil síggja tey fleiri vansar enn fyrimunir við vakmyndatólunum.

Síðsta evni er telefonpolitikkur. Flestu fólkaskúlar hava ein telefonpolitikk, men tað er ymiskt, hvør politikkurin er - og nú verður spurt, um vit skulu hava ein almennan telefonpolitikk

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026