Góðan morgun Føroyar

Vænta eina spennandi finalu á Sement í annaðkvøld
28-04-2023
Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen fara at senda beinleiðis frá finaluni í Sement í annaðkvøld, og teir vænta eina spennandi finalu

Í annaðkvøld, leygarkvøldið klokkan 20, verður finalan í tónleikakappingini Sement. Tað hava verið trý innleiðandi umfør, og 17 bólkar hava framført.

Seks bólkar eru komnir víðari í finaluna, og teir skulu allir á pallin aftur í annaðkvøld. Æðrasoppar, Tórmóður, Eimyrja, Nimbus Tópus, Dóttir og Benjamin Rajani eru í finaluni.

Brøðurnir Heri Wang Danielsen og Svend Danielsen hava sent beinleiðis í sjónvarpinum frá Sement seinastu trý leygarkvøldini og vera aftur at síggja á skíggjanum í annaðkvøld.

Teir eru partur av ungdómstoyminum hjá Kringvarpi Føroya, Biit, sum stendur fyri sjónvarpsframleiðsluni.

- Tað hevur verið sera stuttligt, og eg haldi, at øll innleiðandi umførini hava riggað sera væl. Bæði hjá okkum, og hjá øllum tónleikarunum, siga teir báðir.

Teir vænta eina spennandi finalu í annaðkvøld, tí allir bólkarnir eru sera góðir.

- Tað hevur verið góður hýrur í Reinsarínum, bæði tónleikarar og áskoðarar hava hugnað sær sera nógv, og í annaðkvøld verður tað óivað gott og stuttligt, tí har er útselt, sigur Svend Danielsen.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026