Góðan morgun Føroyar

Metnógvir luttakarar á kórfestivalinum í ár
28-04-2023
Seinnapartin í dag valfarta kórsangarir úr øllum heiminum til Fuglafjarðar, har kórfestivalur verður um vikuskiftið

Í ár er kórfestivalurin í Fuglafirði. Í ár eru 17 kór meldað til kórfestivalin og umleið 150 sangarar meldaðir til felagsskórið.

Leif Hansen frá kórsambandinum fegnast um, at luttøkan í ár er methøg. Tað sigur nakað um, at kórsangur er væl dámdur í Føroyum.

Michael Bowtree er gestadirigentur til felagskórið, sum skal framføra leygardagin.

Fuglafjarðar Sangkór er vertur í ár, og tey hava gjørt klárt at taka í móti øllum hesum fólkunum.

Gudny Vang frá Fuglafjarðar Sangkóri sigur, at fólk eru røsk at hjálpa til, og tey hava tørv á nógvari hjálp alt vikuskiftið.

- At syngja í kóri er sera stuttligt og sosialt, og tað er spennandi at royna at vera vertur fyri kórfestivalinum, sigur Gudny.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026