Íbúðabygging undir Fjalli til umleið 1500 fólk

Íbúðabygging undir Fjalli til umleið 1500 fólk
Tórshavnar býráð hevur samtykt at selja Articon jørð fyri góðar 11 milliónir kr.
Her skulu byggjast nógvar íbúðir, ætlar Tórshavnar kommuna.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
28.04.2023 - 18:00

Tórshavnar kommuna samtykti á býráðsfundi í gjárkvøldið, at ein nýggjur býlingur skal gerast undir Fjalli í Havn.

Sambært gerðabókini frá fundinum er talan um 492 bústaðir. Talan er um nýggjan býling, har millum 1.000 og 1.500 fólk fara at búgva.

Heðin Mortensen er borgarstjóri í Tórshavnar kommunu:
 

Hedin_Mortensen_1

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri, veit ikki, nær íbúðarbyggingin verður liðug, men hann sigur, at ætlanin er at fara í holt við byggingina beinan vegin, tí tørvurin er stórur:

 

Hedoin_Mortensen_2

 

Havnin veksur skjótt, tí á hvørjum ári flyta umleið 400-500 fólk til Havnar, og tí skal kommunan eisini byggja tær eindir, sum krevjast, eitt nú barnagarðar og skúlar.

Spurdur Skúlan á Fløtum, sum longu er ov lítil, svarar Heðin Mortensen, at tað longu verður hugsað um at útbyggja skúlar í Havnini:

 

Hedin_Mortensen_3

 

Til byggingina verða treytir settar, sigur Heðin Mortensen. Hann ímyndar sær, at íbúðirnar fara at minna um tær á Norðastahorni:

 

Hedin_Mortensen_4


Á býráðsfundi í gjárkvøldið avgjørdi Tórshavnar kommuna at selja umleið 25.000 fermetrar av jørð, sum kommunan átti Undir Fjalli.  Articon hevur keypt jørðina fyri 11,3 milliónir kr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928