Hákun West av Teigum: "Nú fara vit at feira tað"

bannari
Hákun West av Teigum: "Nú fara vit at feira tað"
Føroyski toppskjúttin í dystinum móti Eysturríki, Hákun West av Teigum, var ovurfegin, tá tað varð staðfest, at Føroyar skulu til EM-endaspælið
30.04.2023 - 19:39

"Vit vóru øgiliga varnir við ikki at feira tað ov tíðliga, tí vit vildu vera vísir í, at sluppu við til EM-endaspælið," staðfesti ein av størstu stjørnunum á føroyska hondbóltslandsliðnum, Hákun West av Teigum, tá tað varð greitt, at Føroyar høvdu spælt seg til EM-endaspælið. 

Høgri vongurin gjørdist toppskjútti við 10 málum upp á 17 skot.

Tað er kanska eitt skoringsprosent í minna lagi hjá Hákuni, ið verður roknaður sum heimsins besti ungi høgri vongur. 


Hans Jón Thomassen, stjóri í Hondbóltssambandi Føroya, og Peter Krogh hálsfevnast 

 

"Tað er fantastiskt, at vit eru í einum EM-endaspæli, tað er tað simpla av tí langa," staðfesti Hákun West av Teigu, sum í vendingini fann upp á eitt nýtt orðafelli. 

"Nú fara vit at feira tað," legði hann afturat. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083