Góðan morgun Føroyar

Føroyingar burdu klemmast meira
01-05-2023
- Her geva fólk ikki hvørjumøðrum eitt klemm, soleiðis sum eg annars eri von við. Tað er løgið, sigur Duygo Odabasi, sum er skiftisnæmingur í Føroyum.

Eitt nýtt mál, nýggj mentan og eitt fullkomiliga nýtt umhvørvi.

Hetta var veruleikin hjá tí tá 15 ára gomlu Duygo Odabasi úr Turkalandi, tá hon 22. september í fjør kom til Føroya at vera AFS-skiftisnæmingur. At hon endaði í Føroyum, var hon ikki heilt fyrireikað uppá.

- Eg visti als einki um Føroyar, tí eg hevði ynskt at koma til Danmarkar, so tað var ein løgin kensla. Men í dag eri eg sera glað fyri, at eg endaði í júst Føroyum, sigur Duygo Odabasi, sum hetta tíðarskeiðið hevur gingið á Glasi.

- Eg trívist væl í skúlanum, og mær dámar væl, at sambandið millum lærarar og næmingar er so gott, sigur Duygo Odabasi, sum býr hjá føroyskari familju.

Hóast hon bert hevur verið í Føroyum í sjey mánaðir, so skilir og tosar hon væl føroyskt.

- Øll hava tosað føroyskt við meg, og hevur tað verið okkurt, sum eg ikki havi skilt, ja so hava tey greitt mær frá á enskum. Tað hevur riggað væl, sigur Duygo Odabasi, sum fer aftur til Turkalands í juli.

Í morgunsendingini fortelur Duygo Odabasi, hvussu tað er at vera skftisnæmingnur í Føroyum. Harafturat greiðir Súsanna Vang, úmboðandi AFS Føroyar, frá stóra tørvinum at fáa vertsfamiljur í Føroyum til teir útlendsku næmingarnar, sum koma til Føroya at búgva í útvið eitt ár.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026