Góðan morgun Føroyar

Nýggj vitan um javnstøðu fer at gera javnstøðuarbeiðið í Føroyum lættari
02-05-2023
Í dag verður ein stór kanning um hugburð til javnstøðu í Føroyum løgd fram. Kanningin snýr seg um nógv ymisk viðurskifti, sum ávirka javnstøðu

Kvinnur og menn eru á flestum økjum ósamd um spurningar viðvíðkjandi javnstøðu. Tað finst við øðrum orðum ein gjógv millum kynini viðvíkjandi fatanum, upplivingum og sjónarmiðum um javnstøðu.

Soleiðis ljóðar ein av høvuðsniðurstøðunum í kanningini um javnstøðu í Føroyum, sum Fróðskaparsetur Føroya, Javnstøðunevndin, Demokratia og Almanna- og mentamálaráðið hava samstarvað um.

Lóðir hevur staðið fyri innsavningini av data, og tað eru Erika Hayfield, Herit Albinus og Heini í Skorini á Søgu- og samfelagsdeildini, ið hava greinað úrslitini og skrivað eina frágreiðing.

Umráðandi at fáa vitan um javnstøðu í Føroyum

Brandur Mortensen Nolsøe og Bjørk Maria Kunoy fegnast um føroyska tilfarið, tí tað fer at gera javnstøðuarbeiðið í Føroyum lættari.

- Tá mann hevur okkurt at arbeiða út frá og vísa á, so ber meira til, siga tey.

Áðrenn hava vit brúkt norðurlendskt tilfar og gitt okkum fram til, um tað sama man vera galdandi í Føroyum.

- Nú kunnu vit samanbera okkum við Norðurlond og síggja, hvar tær størstu avbjóðingarnir eru á javnstøðuøkinum, siga tey bæði.

Nakrar høvuðsniðurstøður úr kanningini eru, at javnstøða hevur størri persónligan týdning fyri kvinnur enn fyri menn, og at menn arbeiða meira eftir, at teir hava fingið børn, meðan kvinnur arbeiða minni, eftir at tær hava fingið børn.

Kanningin verður løgd fram í Kongshøll í dag kl. 14.00.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026
Veðrið, valprát og spurnarkanning frá Hagstovu Føroya
26-02-2026
Veðrið, Fuglafjarðar svimjifelag 50 ár, einsamøll til Copenhagen fashion week
25-02-2026
Veðrið, Clickhaze á G! og orgulprát
24-02-2026
Veðrið, ungdómsráð í Tórshavnar kommunu og Naina 90 ár
23-02-2026
Veðrið, veðurteppi og kapping
20-02-2026
Veðrið, naknar standmyndir, veðrið í januar
19-02-2026
Veðrið, trygdarstøðan í Føroyum og radioamatørur til Bouvet
18-02-2026
Saman við 17 øðrum radioamatørum skal Regin Nicolajsen komandi tríggjar vikurnar seta útgerð upp á fjarskotnari oyggj á suðurpólinum
18-02-2026
Veðrið, sálarfrøðingar í reklamu, Spinnaríið við Ánna
17-02-2026
Veðrið, workation, grýluprát
16-02-2026