O, móðurlandið!: Hetta landið er mítt

O, móðurlandið!: Hetta landið er mítt
Hóskvøldið byrjar sendirøðin O, móðurlandið! aftur. Komandi trý hóskvøld verður sjóneykan aftur sett á serstøðu Føroya í danska ríkinum
Skíggjamynd úr fjórða parti av O, móðurlandið!
 
02.05.2023 - 17:25

Í sendirøðini "O, móðurlandið" verður ljós varpað á støðu okkara í danska ríkinum. Landafrøðiliga, mentanarliga og málsliga skilja Føroyar seg burturúr í Ríkisfelagsskapinum.

Fyrstu tríggir partarnir vóru í sjónvarpinum fyri páskir, og komandi trý hóskvøldini eftir Dag og viku eru síðstu partarnir í sjónvarpinum.

 

Bjartskygni valdaði

Føroyar fótaðu sær lutfalsliga skjótt eftir herviligu kreppuna fyrra helming av 90-árunum. Brádliga var aftur rokfiskiskapur á grunnunum eftir fiskaloysi í fleiri ár. Fiskaprísirnir vóru góðir, oljuprísirnir lækkaðu, og rentan við.

Arbeiði var aftur til nógvar hendur, og føroyingar fluttu heim aftur. Eitt nýtt bjartskygni valdaði.

Viðurskiftini millum Føroyar og Danmark gerast spent, tá ið fjølmiðlar fáa illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt, tá danska stjórnin í 1993 fekk føroyska landsstýrið at taka yvir Føroya Banka frá Den Danske Bank.

 

Fullveldi á politisku dagsskránna

Kenslan av sviki og eyðmýking setur dám á løgtingsvalið í 1998. Valið gerst søguligt, tí á fyrsta sinni tey 75 árini undir heimastýrisskipanini, verður samgonga skipað, ið setur sær fyri at loysa Føroyar úr heimastýrisskipanini og virka fyri føroyskum fullveldi.

Teir báðir stóru tjóðskaparflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og Fólkaflokkurin, ganga saman í samgongu við Sjálvstýrisflokkin. Tjóðskaparvekingin hevur ongantíð verið so sterk sum um aldamótið.

Ungdómurin var ávirkaður av hesum ráki, og tað bæði sást og hoyrdist innan eitt nú tónlistina.

Í 2000 fer landsstýrið til Keypmannahavnar á minniligu samráðingarnar um føroyskt fullveldi. Men danska stjórnin við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra, á odda, er ikki sinnað at ganga føroyingum til vildar, og setur hart móti hørðum longu á fyrsta fundinum í mars 2000.

 

Hetta landið er mítt

REY03924

Hvat: O, móðurlandið! (4:6)

Heiti: Hetta landið er mítt

Hvar: Í sjónvarpinum og á heimasíðuni

Nær: Kl. 19.25 

 

Tú finnur fyrstu tríggir partarnar her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537