Góðan morgun Føroyar

Yvirvekt er ein sjúka
03-05-2023
So bersøgin er Jens Christian Holm, barnalækni, sum arbeiðir við børnum, sum viga ov nógv.

- Í Danmark hava vit upp móti 200.000 børn og ung, sum viga ov nógv. Av teimum hevur helvtin ov høgt blóðtrýst, 31 prosent hava feittlivur, 45 prosent hava svøvnapnø, 28 prosent hava ov høgt kolesterol, 14 prosent hava prediabetes umframt ringa samvitsku, D-vitamintrot og alt møguligt annað, uttan at tey fáa ta umsorgan og hjálp teimum tørvar, tí Danmark enn ikki hevur viðurkent ovurvekt sum eina sjúku, sum tey hava gjørt aðrastaðni í heiminum.

Heilsufrøðingar, dietistar og onnur, sum arbeiða við børnum í Føroyum, eru í hesum døgum á skeiði, har tey læra um Holbæk arbeiðsháttin, sum Jens Christian Holm brúkar í sínum dagliga arbeiði. Í hesum arbeiðshátti verður yvirvekt sæð sum ein hvør onnur sjúka.

- Um vit ímynda okkum at onkur fær krabbamein, so tosa vit ongantíð um motivatión sum ein máta at gerast frískur uppá. Tað høvdu vit ongantíð gjørt, tí tú hevur brúk fyri umsorgan og góðari tænastu frá sjúkrahúsverkinum tá. Soleiðis arbeiða vit eisini, og siga fólkum bæði beinleiðis og óbeinleiðis at tey hava ein trupulleika, og sum oftast vita tey tað jú sjálvi.

Víðari greiðir hann frá, at ílegur okkara spæla ein stóran leiklut, tá tað snýr seg um møguleikan fyri at koma til at viga ov nógv, tí 55 til 70 prosent av teimum av teimum, ið viga ov nógv, gera tað orsakað av ílegum.

- Tað er sum við eygnaliti. Tú kanst gera líka lítið við at tú hevur grøn, brún ella blá eygu, sum tú kanst gera við, at tú hevur lyndi til at viga ov nógv, tá tað eru í legurnar, ið stýra.
Ein av teimum, sum heldur seg fáa nógv burturúr hesar dagarnar, er Sólrun Foldbo, leiðari í Gigni.

- Tað er so týdningarmikið at vit í okkara arbeiði, út frá hesum arbeiðsháttinum, kunnu frátaka børnum og ungum skommina og skuldina, sum tey ofta ganga við, tá tey viga ov nógv. Tí hesum sleppa tey undan, tá tey fáa at vita, at tað er meira komplekst enn so.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Fleiri tiltøk eru á skránni og luttøkan er sera góð
04-03-2026
Veðrið, Húsið 20 ár, og Neil Sedaka farin
03-03-2026
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026
Veðrið, valprát og spurnarkanning frá Hagstovu Føroya
26-02-2026
Veðrið, Fuglafjarðar svimjifelag 50 ár, einsamøll til Copenhagen fashion week
25-02-2026
Veðrið, Clickhaze á G! og orgulprát
24-02-2026
Veðrið, ungdómsráð í Tórshavnar kommunu og Naina 90 ár
23-02-2026
Veðrið, veðurteppi og kapping
20-02-2026
Veðrið, naknar standmyndir, veðrið í januar
19-02-2026
Veðrið, trygdarstøðan í Føroyum og radioamatørur til Bouvet
18-02-2026
Saman við 17 øðrum radioamatørum skal Regin Nicolajsen komandi tríggjar vikurnar seta útgerð upp á fjarskotnari oyggj á suðurpólinum
18-02-2026