Vita ikki, hvussu nógvur seiður er í alinótum

Vita ikki, hvussu nógvur seiður er í alinótum
Ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar um seið í alinótum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í svari til Jóhannis Joensen, løgtingsmann
Alifeløgini vilja ikki hava seið í alinótunum, millum annað tí hann etur alifóður. (Savnsmynd)
 
04.05.2023 - 08:34

Eingin veit, hvussu nógvur seiður er í alinótunum.

Eingi tøl eru um tað.

Tað er svarið, sum Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, fær frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni.

Ongar vísindaligar kanningar eru gjørdar um seið í alinótum.

Men, sigur Høgni Hoydal, Hiddenfjord hevur síðani 2017 skrásett, hvussu nógv kilo av seiði eru í alinótum, tá laksur verður tikin. 

 

Etur alifóður

Alifeløgini vilja ikki hava seið í alinótunum, millum annað tí hann etur alifóður.

Heldur ikki ber til at siga nakað um, hvønn týdning hetta hevur fyri upsastovnin.

- Eg ætli mær at taka málið upp við viðkomandi partar til tess at fáa hetta lýst til fulnar og útvega vísindaligt grundarlag og tøl um hesi viðurskifti, sigur Høgni Hoydal.

 

Minni enn hálv millión

Havbúnaðarfelagið heldur, at færri enn 500.000 seiðir vera tiknir í alinótum um árið.

Jóhannis Joensen spurdi eisini, um ætlanin er geva loyvi til skipaða og burðadygga kópaveiðu ein part av árinum.

Høgni Hoydal svarar, at Fiskimálaráðið vónar at kunna bera løgtinginum eitt lógaruppskot um hetta í heyst. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096