Góðan morgun Føroyar

Spyr Meg fyllir 10 ár
04-05-2023
Undirnevndin hjá Javna, Spyr Meg, hevur í 10 ár verið við til at broyta og bøta um umstøðurnar hjá fólkum við menningartarni.

Í dag eru tíggju ár liðin, síðani Spyr Meg bleiv sett á stovn.

Spyr Meg er ein undirnevnd í Javna, har fólk við menningartarni sjálvi koma til orðanna.

- Sjálvandi skulu tey verða hoyrd og hava ávirkan á alt tað, sum viðvíkur teimum. Og júst tí er umráðandi, at vit hava eina slíka undirnevnd í Javna, sigur Marjun Lutzen, dagligur leiðari í Javna.

Í nevndini fyri Spyr Meg eru fimm fólk, sum hittast eina ferð um mánaðin at viðgera ymisk innkomin mál.

Í morgunsendingini greiða Maiken Olsen og Herdis J. Johannesen frá nevndararbeiðinum í Spyr. Eisini er daligi leiðarin í Javna, Marjun Lutzen, við í prátinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026