Fyrilestrar fyri ung um hægri lestur í Norðurlandahúsinum í kvøld

Markleys útbúgving 2012. Mynd umvegis setur.fo/ASK
Fyrilestrar fyri ung um hægri lestur í Norðurlandahúsinum í kvøld
Veitst tú ikki, hvar, hvat ella hvussu tú skalt fara undir hægri lesnað? Í kvøld kl 19.30 skipar Altjóða skrivstovan fyri tiltakinum Markleys Útbúgving, har greitt verður frá eitt nú stuðulsviðurskiftunum, ymiskum lestrarlondum, og hvussu mann søkir.
17.09.2013 - 14:30

 

Í dag er Norðurlandahúsið karmur um tiltakið Markleys útbúgving, sum er ætlað sum ein hjálp til ung, sum fyrireika seg at fara undir hægri lesnað. Um dagin er tiltakið fyri miðnámsskúlanæmingum, meðan tiltakið um kvøldið er opið fyri øllum.

 

Í ár kann mann millum annað hoyra um lestrarmøguleikarnar í Føroyum, Danmark Týsklandi, Fraklandi, Avstralia, Íslandi og í fleiri øðrum londum. Eisini er ein fyrilestur, um hvussu mann klárar seg fíggjarliga sum lesandi. Afturat tí kann mann tosa við vegleiðarar og lesandi í Føroyum og uttanlanda.

 

Tiltakið byrjar kl 19.30, og skráin sæst her.

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.