Góðan morgun Føroyar

Ferð á hjá Aggrasoppum
08-05-2023
Tey byrjaðu, tá ið korona herjaði í 2020, vunnu Sement 2023, hava júst spælt á Spot festivalinum, eru á veg til Brighton at spæla og so verður eitt nýtt lag útgivið 12. mai

Bólkurin Aggrasoppar, er ein av teimum bólkunum í Føroyum, sum av álvara hevur fingið luft undir veingirnar.

Tey hava júst spælt á Spot festivalinum í Aarhus. 

- Tað var stuttligt at spæla har og at vinna Sement. Ein av orsøkunum til, at vit meldaðu okkum til Sement, var vónin um, at sleppa á festivalin, siga tey.

Eisini vísa tey á, at festivalurin er eitt slag av einum vinnufestivali, tí har eru mong, ið bert eru komin fyri at deila vitjanarkort út.

- Summi lurta bert eina lítla løtu, kanska fimm sekund, so um bólkurin ikki fangar teirra áhuga, so eru tey skjót avstað aftur. Hetta er tað kensluleysa við tónleikavinnuni, siga tey.

 

Nógvir bóltar í luftini

Men sjálvt um tey júst eru lend, so eru tey á veg avstað aftur. 

Í vikuni spæla tey í Brighton á The Great Escape festivalinum, har eisini aðrir føroyingar vera við, sum Jazzygold, Marianna Winter og FRUM.

Nógvir bóltar eru í luftini, og har er nógv at halda skil á, tí meðan tey eru burturstødd verður eitt nýtt lag útgivið, sum er ein partur av einari fløgu, ið kemur seinni.

Lagið eitur Búff & Buffét og kemur út 12. mai. 

- Tað er stuttligt, at hetta byrjaði sum ein koronaverkætlan, og nú eru vit komin her til, siga tey.

 

 

 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026