Góðan morgun Føroyar

Norðurlandahúsið 40 ár: Húsið hevur ein savnandi leiklut í samfelagnum
08-05-2023
Í dag eru 40 ár síðani, at Norðurlandahúsið læt upp. Hugsanin við húsinum var at hava eitt stað til framførslur, har øll vóru vælkomin

Sunnudagin 8. mai í 1983 læt Norðurlandahúsið upp. Fyrsta konsertin í Norðurlandahúsinum var við Anniku Hoydal, sum spældi saman við Lars Trier á gittara.

Í dag, á 40 ára føðingardegnum, fer Annika Hoydal aftur á pallin saman við sínum nýggja føroyska bólki.

Pallurin er tann sami, men nógv er broytt hesi fjøruti árini, og Norðurlandahúsið hevur verið karmur um nógv ymisk tiltøk.

Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, heldur, at húsið hevur stóran týdning í føroyska samfelagnum.

- Norðurlandahúsið hevur verið við til at broytt nøkur ting í føroyska samfelagnum og at savna fólk, sigur Gunn Hernes.

Norðurlandahúsið er karmur um sera nógv tiltøk árliga. Alt frá framløgum og fundum til stórar framførslur av ymiskum slagi.

- Í ár leggur Norðurlandahúsið serligan dent á palllist, sum ikki hevur bestu treytirnar í Føroyum júst nú, sigur Gunn Hernes.

Í dag frá kl. 15.00 er opið hús í Norðurlandahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026