Loysn í eygsjón í málinum um børn við Downs Syndromi

Loysn í eygsjón í málinum um børn við Downs Syndromi
Starvsfólk í aðalráðnum og á Sernámi hava arbeitt við málinum, og landsstýrismaðurin væntar eina loysn í hesari vikuni
Fleiri foreldur hava í longri tíð lagt Sernám undir at gera mun á børnum við Down Syndromi.
 
08.05.2023 - 18:00

Ein loysn á trupulleikunum á Sernámi í sambandi við børn við Down Syndromi, er nú í eysgjón.

Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, sigur, at hann hevur skundað undir arbeiðið, og roknar við, at ein loysn er funnin hesa vikuna. 

Fleiri foreldur hava í longri tíð lagt Sernám undir at gera mun á børnum við Down Syndromi.

Summi børn hava, sambært foreldrunum, fingið játtan til ávísan stuðul, samstundis sum foreldur teirra hava fingið boð um ikki at tosa við onnur foreldur um hetta.

Stjórin á Sernámi, Margreth Olsen, hevur víst øllum ákærum aftur, og hevur tvíhildið um, at Sernám ger ikki mun á børnum.

 

Fundur við áhugafeløg

Fríggjadagin fyri góðum tveimum vikum síðani boðsendi landsstýrismaðurin so umboðum fyri Javna, Megd, foreldur og Sernám á fund.

Eftir tann fundin lovaði landsstýrismaðurin, at ein loysn skuldi finnast skjótt.

Tá ásannaði landsstýrismaðurin eisini, at í løtuni fáa ikki øll børn við Down Syndromi tað máltilboðið, sum øll vilja hava.

- Sjálvandi skulu tey hava tað, segði hann, og segði seg tí ætla at finna eina loysn, so neyðuga hjálpin kann verða veitt øllum børnum, sum hava Downs Syndrom.

Fólk í Barna- og Útbúgvingarmálum hava - saman við fólki á Sernámi - arbeitt við at finna eina loysn á málinum, sum nú, sambært landsstýrismanninum, er í eygsjón.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. september
Oyn dyst í senn
213583
Mánadag 21. september
Eitt annað lív
213582
Mánadag 21. september
Poppverturin 17
208471
Mánadag 21. september
Norðurljóð 21.september 2026
213480
Mánadag 21. september
RagnarRokk: Maggy Luyten um You´ve Been Served
212905
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. september
Veðrið
213585
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473