Góðan morgun Føroyar

Katrin skal ganga á Den Danske Filmskole
09-05-2023
"Tað er mín dreymaskúli", sigur Katrin Joensen-Næs, sum í síðstu viku fekk boð um, at hon var sloppin inn á leikstjórabreytina

Vit kenna hana frá tí føroysku filmsvinnuni, har hon mangan hevur gjørt um seg.

Eftir summarferiuna, fer Katrin niður til Danmarkar, at ganga á tí danska filmskúlanum, Den Danske Filmskole.

Hetta er ein sera væl umtóktur skúli, ið er torførur at sleppa inn á.

Ein skal til nógvar samrøður, í roynd og gera sítt fyri, at fáa eitt pláss í skúlanum.

Katrin Joensen-Næs, er sloppin á leikstjórabreytina, ið bert ein annar føroyingur eisini hevur verið á, sum er Katrin Ottarsdóttir.

 

Hevði takkað ja til ein annan skúla

Hon hevði fyrst takkað ja til tann norska filmskúlan, Lillehammer, men eftirsum, tann danski er hennara dreymaskúli, so bleiv avgerðin broytt.

- Eg gleði meg til at læra, prøva meg fram á ein annan hátt og ikki avmarka meg, sum eg havi upplivað í Føroyum, við eitt nú stuttfilminum "Sæla".

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026