Góðan morgun Føroyar

Ein søguligur dýrabiðidagur
09-05-2023
Í Danmark er dýrabiðidagur, sum samstundis hevur verið tann stóri fermingardagurin, farin í søguna. Saman við fuglafjarðarpresti vóru vit í Elsted kirkju norðanfyri Århus

Iben Vinther Nordestgaard, sóknarprestur í Elsted, stendur fyri konfirmatiónini og Gerhard Jónsson Mikkelsen, sóknarprestur í Fuglafirði, konfirmerar systirdóttrina Emmalie. Prestarnir báðir skilja ikki grundgevingina hjá donsku stjórnini at strika dýrabiðidag, sum hevur verið halgidagur í Danmark síðani 1686.

-At avtaka dýrabiðidag uttan yvirhøvur at tosa við umboð fyri fólkakirkjuna, "er et knæk for åndeligheden i Danmark", sigur Iben Vinther Nordestgaard.

-Hetta er ein løgin kensla, sigur Gerhard Jónsson Mikkelsen, sum var prestur í Danmark í seks ár, áðrenn hann kom til Fuglafjarðar. So hann hevur konfirmerað millum 200 og 300 danskar ungdómar dýrabiðidag, sigur hann.

Hoyr innslagið í morgunsendingini her.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026