Føroysku Silver League-kvinnurnar tiknar út

Føroysku Silver League-kvinnurnar tiknar út
Cristian Imhoff og Annika á Stongum hava úttikið spælararnar, sum skulu umboða føroyska flogbóltslandsliðið við kvinnum í Silver League-kappingini í mai og juni
Hesar skulu umboða Føroyar í Silver League-kappingini í mai og juni
Mynd: Flogbóltssamband Føroya  
 
09.05.2023 - 14:27

Fjúrtan spælarar eru í hópinum hjá føroyska flogbóltslandsliðnum við kvinnum, sum skal kappast í Silver League-kappingini hjá CEV í summar.

Føroysku kvinnurnar eru komnar í bólk saman við Portugal, Montenegro og Georgia, har leikast skulu dystir heima og úti. 

Sterkasta mótstøðuliðið er uttan iva Portugal, sum liggur sum nr. 15 á styrkisstiganum fyri kvinnuflogbóltsliðini í Evropa. Montenegro er styrkismett sum nr. 23 og mett verður, at hetta eru sera trupul mótstøðulið fyri Føroyar, sum er styrkismett sum nr. 37. Síðsta mótstøðuliðið, Georgia, er styrkismett sum nr. 38, so spennandi verður at síggja, í hvønn mun styrkismetingin gevur eina veruliga mynd av styrkini hjá liðunum.

 

Venjararnir, Christian Imhoff og Annika á Stongum, hava úttikið hesar leikarar til dystirnar:

Jóhanna Christiansdóttir, TB 
Henrikka Wang Jacobsen, Dráttur
Annika Niclassen, Dráttur
Tórfríð Tavsen, Dráttur
Sofía Purkhús Splidt, Ternan
Birgit Guttesen, Ternan
Amanda Niclassen, Mjølnir
Anna Arnhóldsdóttir, Mjølnir
Sirið Hanusardóttir Samson, Mjølnir
Tóta Búadóttir, Fleyr
Óluva Mohr, Fleyr
Guðrun L. Joensen, KÍF
Jakobina Joensen, KÍF
Sofía Weihe Simonsen, SÍ


Silver League-leikskráin:

27. mei: Føroyar - Montenegro
31. mei: Føroyar - Georgia
4. juni:  Føroyar - Portugal
11. juni: Portugal - Føroyar
14. juni: Georgia - Føroyar
16. juni: Montenegro - Føroyar

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777