Góðan morgun Føroyar

50 ár á Landssjúkrahúsinum
11-05-2023
- So leingi, mann trívist, er eingin orsøk at skifta starv, sigur Maud av Fløtum, sum í 50 ár hevur arbeitt á Landssjúkrahúsinum.

50 ár.

So leingi hevur Maud av Fløtum arbeitt sum sjúkrarøktarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum.

Tað var annars rættiliga tilvildarligt, at hon av fyrstan tíð endaði á Landssjúkrahúsinum - sjálv ætlaði hon sær ein heilt annan vinnuveg.

- Eg hevði spælt mær við tankan um at blíva journalistur, og eg hevði enntá sett meg í samband við eitt blað, sigur Maud av Fløtum.

Lagnan vildi tað tó øðrvísi.

Í morgunsendingini fortelur Maud av Fløtum um tey 50 árini, hon hevur starvast á Landssjúkrahúsinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026