Góðan morgun Føroyar

Tú skalt tora at siga ja
11-05-2023
Tá ið møguleikin býðst til at royna nakað nýtt, so er at taka av, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, nýggjur forstjóri í Banknordik

- Sjálvt um tú kanska ikki hevur royndir á einum øki og ivast í, um hetta man vera nakað, tú megnar, so skalt tú siga ja, tá ið tú fært ein møguleika í boði, sigur Turið Finnbogadóttir Arge, og heldur fram, at hetta jú er eitt tekin um, at onkur trýr uppá, at tú kanst lyfta hesa uppgávuna.

Turið byrjaði í bankanum í 2007 og hevur arbeitt á fleiri ymsum deildum, áðrenn hon setti seg í stjórasessin saman við Árna Ellefsen fyri umleið einum ári síðani.

- Tað er ein fyrimunur at hava verið runt í fyritøkuni, soleiðis at eg bæði skilji, hvat kundar okkara halda og vilja hava, men eisini at mann hevur arbeitt á stápsdeildum, sum stuðla undir, soleiðis at kundadeildirnar kunnu gera tað, tær skulu. Tað er gott at hava eina fatan av, hvussu hesi øki skulu samstarva fyri at fáa eina optimala eind.

Um tað at vera fyrsti kvinnuligi bankastjóri í Føroyum sigur Turið, at tað er ein avbjóðing fyri fíggjargeiran sum heild, at fáar kvinnur eru í ovastu leiðsluni.

- Tosað hevur verið um hetta í longri tíð, men enn sær man ikki ta stóru broytingina. Tó eru vit nakað frammanfyri í Føroyum, tí bæði í Banknordik og hjá okkara stóra kappingarneyta er støðan javnari, tá ið tað snýr seg um leiðandi størv, so har er føroyski fíggjargeirin munandi framman fyri onnur.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026