Góðan morgun Føroyar

Menstruatión, hormon og eggloysn ávirka venjingina
12-05-2023
Kvinnukroppurin fer gjøgnum broytingar allatíðina, og tað ávirkar orkuna og venjingina

Tað er ymiskt, nær í syklussinum kvinnukroppurin orkar best ávísa venjing. Rósa Egholm er persónligur venjari og hevur síðuna Real Raw Rosa.

Har leggur hon dent á venjing og kvinnukroppin. Hon vil varpa ljós á, hvussu nógv syklussurin ávirkar venjingina, og hvussu kvinnur kunnu brúka syklussin til sín fyrimun í venjing.

 

Hormonjavnvágin broytist frá viku til viku

Frá fyrsta menstruatiónsdegi til eggloysnina, sum er umleið helvtin av syklussinum, hava kvinnur minni hormonframleiðslu. Tá orkar tær ofta betur at venja við tyngri vektum og við hægri styrki.

Frá eggloysnini til menstruatiónin kemur aftur, er hormonframleiðslan stór, og tá orka kvinnur ofta ikki at venja við somu styrki. Tó so, er ymiskt, hvussu kvinnur hava tað gjøgnum syklussin, og onkrar orka minni júst teir dagarnar, menstruatiónin varir. Hetta kemst millum annað av, at lívmóðurin er størri og tyngri tá, og orkan kann vera minni.

 

Rósa hevur eisini kvinnusjúkuna PCOS

Kvinnusjúkan PCOS rakar eggjastokkarnar. Hetta ávirkar millum annað hormonjavnvágina, syklussin, menstruatión og fruktbarheit.

Hetta hevur ávirkað Rósu nógv, og tí hevur hon serligan áhuga fyri, hvussu kvinnur kunnu leggja sær venjingina til rættis eftir syklussinum.

- Onkrar dagar orki eg væl og aðrar illa. Tá er gott at vita, hví tað er soleiðis, sigur Rósa.

Tað er ymiskt, hvussu menstruatión, hormon og eggloysn ávirka kvinnur, men Rósa mælir til at skriva niður, hvussu gongdin er ein mánað. Hvat ein orkar og nær, so ein kann brúka sín sykluss til sín fyrimun.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026