Góðan morgun Føroyar

Sent andaligt sjónvarpstilfar í 40 ár
15-05-2023
- Onkursvegna er hetta eitt kall, sigur Jonhard Joensen, sum hevur fingið heiður frá Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum fyri at taka upp andaligt tilfar til KVF.

Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagið plagar á hvørjum ári at lata onkrum persóni, sum hevur gjørt okkurt serstakt í fjølmiðlaheiminum, eitt herðaklapp.

Á aðalfundinum hesaferð fekk Jonhard Joensen, sum býr undir Gøtueiði, ársins herðaklapp frá Kristiliga lurtara- og hyggjarafelagnum.

Heiðurin fær Jonhard Joensen, tí hann trúgvur hevur staðið fyri upptøkum av gudstænastum og møtum kring landið í eini 40 ár.

Í morgunsendingini fortelur Jonhard Joesen um tey 40 árini, hann hevur ferðast kring landið, soleiðis at føroyingar kunnu síggja gudstænastur og møti í Kringvarpinum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026