Góðan morgun Føroyar

Eldhugin leggur fót fyri skilið
16-05-2023
Vit hava gjørt so nógv fyri at fyrireika okkum til eina tøkniliga framtíð, at vit hava gloymt vit og skil á vegnum

Tað heldur Gitte Klein, sálarfrøðingur og serfrøðingur í evninum børn og miðlar.

- Vit hava alla tíðina havt hetta framtíðarperspektivið, har vit hava lullað okkum eitt sindur í svøvn av, at tað er neyðugt at hava tøknina við okkum alla tíðina. Tøknin er fantastisk til nógv, men tøknifyritøkurnar hava eisini sagt okkum, at vit hvørki kunnu skipa skúla ella framtíð hjá børnum uttan tøkni.

Norðurlandaráðharraráðið hevur biðið um eina frágreiðing frá Nordisk Tænketank fyri KT og fólkræði, tí tey vilja hava nøkur tilmæli, sum kunnu vera við til at verja góða tónan í almennu samrøðuni á netinum.

Eitt av teirra tilmælum í hesum sambandi er, at mørk eiga at vera bygd inn í sosialu miðlarnar, soleiðis at børn bara sleppa at vera har í avmarkaða tíð.

Sjálvt um tankin er góður, skal arbeiðast meira við hesum, heldur Gitte.

- Um tað nú verður bygt inn í TikTok, Youtube, Snapchat og onnur, at børn bert sleppa at vera har í ein tíma, so eru tað nógvir tímar tilsamans, so uttan samstarv millum miðlarnar, er ikki so nógv vunnið, leggur hon afturat.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026
Veðrið, vínkjallari og altjóða kvinnudagur í Fuglafirði
09-03-2026
Fantasilið, veðrið og kapping
06-03-2026
Veðrið, Hoydalar, skipstroyggjukapping og mentanarvika, dyppifestivalur
05-03-2026
Veðrið, pensjónistaskeið, kvinnurørðslan í dag
04-03-2026
Veðrið, Húsið 20 ár, og Neil Sedaka farin
03-03-2026
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026
Veðrið, valprát og spurnarkanning frá Hagstovu Føroya
26-02-2026