Góðan morgun Føroyar

'Slow fashion' eyðkennir føroyskan móta
16-05-2023
Flestu føroysku sniðgevar leggja seg eftir klæðum, sum skulu vara leingi og eru burðardygg

Tað kann vera trupult at síggja eyðkenni við føroyska mótanum, tí at hann í stóran mun fylgir altjóða mótarákunum, men flestu føroysku sniðgevar gera pløgg, sum kunnu brúkast leingi, og sum ikki eru so tongd at teimum rákum, sum taka seg upp.

Tað heldur Sissal Kristiansen, sum eigur klædnamerkið Shisabrand, og sum er ein av teimum, sum verður við í Tórshavn Fashion Week, sum verður í august.

Ólavur í Geil, fyriskipari av Tórshavn Fashion Week, greiðir frá, at snúningsdepilin í hesum átaki er ein uttandura mótasýning, sum verður 25. august undir Skeiva pakkhúsi, har nógvir føroyskir sniðgevar vera við.

- Í samstarvi við Visit Faroe Islands fara vit at vísa bæði føroyingum og útlendskum ávirkarum og tíðindafólkum, hvat vit hava at bjóða, sigur hann.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026