Góðan morgun Føroyar

Orðaskifti: Ósamd um at broyta heitini
16-05-2023
Jógvan á Lakjuni og Bjørk Maria Kunoy eru ósamd um at broyta heitini í løgtinginum og landsstýrinum við lóg, men bæði halda, at vit skulu brúka løgtings- og landsstýriskvinna

- Vit skulu brúka løgtingskvinna og landsstýriskvinna, men vit noyðast ikki at broyta tað við lóg, heldur Jógvan á Lakjuni, fyrrverandi løgtingsformaður.

Hann heldur eisini, at kallkynsorðingar eiga at verða brúktar fyri bæði kyn, tí tað hava tær altíð verið.

Bjørk Maria Kunoy, forkvinna í javnstøðunevndini, er ósamd. Hon heldur, at málið skal fevna um bæði kyn.

- Lógin skal avspegla samfelagið, og tí er neyðugt at broyta lógir eftir samfelagnum, vit liva í, hóast søga og siðvenja hava verið eitt annað, sigur hon.

Løgtingið hevur við aðru viðgerð samtykt uppskotini frá formansskapinum í løgtinginum um starvsheiti í løgtinginum og landsstýrinum.

Tað merkir, at heitini løgtingsmaður, løgtingskvinna og løgtingsfólk verða javnsett og góðkend at nýta formliga, eins og landsstýriskvinna og landsstýrisfólk verður javnsett við landsstýrismann, løgtingsforkvinna við løgtingsformann, og løgkvinna við løgmann.

Samstundis verða løgtingsfólk og tingfólk sett inn í tingskipanina og stýrisskipanarlógina sum felagsheiti fyri kvinnur og menn, ið sita í løgtinginum.

Áðrenn uppskotið varð skrivað, bleiv javnstøðunevndin hoyrd, og tey halda, at tað hevur týdning, at kvinnur kunnu hava heitið løgtings-, landsstýris- og løgkvinna.

Jógvan á Lakjuni heldur hinvegin, at um mann broytir heitini, so pilkar mann við nakað so grundleggjandi og vanvirðir orðið løgmaður til dømis.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Veðrið, solarium, Oscar
16-03-2026
Veðrið, Setursgonga, kapping
13-03-2026
Veðrið, tjaldrið, Parasport Føroyar, Tá røktin ikki røkkur
12-03-2026
Veðrið, kvinnur í tónleiki
11-03-2026
Veðrið, støðisár í føroyskum, val í Kringvarpinum
10-03-2026
Veðrið, vínkjallari og altjóða kvinnudagur í Fuglafirði
09-03-2026
Fantasilið, veðrið og kapping
06-03-2026
Veðrið, Hoydalar, skipstroyggjukapping og mentanarvika, dyppifestivalur
05-03-2026
Veðrið, pensjónistaskeið, kvinnurørðslan í dag
04-03-2026
Veðrið, Húsið 20 ár, og Neil Sedaka farin
03-03-2026
Veðrið, nýggjur aðalstjóri í ÍSF, tjattbottur hjá Taks
02-03-2026
Veðrið, ársins útvarpshitt 2025, grafiskur sniðgevi millum stjørnur
27-02-2026