Alsamt færri limir í fólkakirkjuni

Alsamt færri limir í fólkakirkjuni
Seinastu tíggju árini er talið av limum í føroysku fólkakirkjuni minkað fimm prosentstig
Føroyska fólkakirkjan hevur færri limir nú enn fyri einum ári síðan
 
18.05.2023 - 17:00

Prosentparturin av føroyskum borgarum, sum eru limir í fólkakirkjuni, er minkaður støðugt seinastu árini, og nýggjastu tølini frá Hagstovuni, sum eru dagførd í gjár, siga, at nú eru 77 prosent av fólkatalinum í Føroyum limir í fólkakirkjuni. 

Í fjør var talið av limum 78,1 prosent. Fyri tíggju árum síðan var tað 82,1 prosent, og fyri 20 árum síðan var tað 83,8 prosent.

Hóast prosenttalið er í støðugari minking, so hevur stóri fólkavøksturin seinastu árini gjørt, at reella talið av limum í fólkakirkjuni er vaksið hvørt ár frá 2015 til 2022. Men eisini tað talið er nú minkandi.

Tí í 2022 vóru sambært Hagstovuni 41.827 limir í føroysku fólkakirkjuni, men 17. mai í 2023 vóru 41.729 limir - 98 færri enn fyri einum ári síðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911