Góðan morgun Føroyar

Elisabeth Erlendsdóttir fer at ganga á Georgia Tech
19-05-2023
17 ára gamli svimjarin, Elisabeth Erlendsdóttir, er sloppin inn á universitetið Georgia Tech í Atlanta, Georgia í USA. Georgia Tech er eitt tað fremsta universitetið í USA

Elisabeth Erlendsdóttir hevur svomið, síðani hon var seks ára gomul og hevur klárað seg sera væl.

Næsta ár fer hon at ganga á Georgia Tech í Atlanta, Georgia. Universitetið er sera høgt í metum bæði akademiskt og ítróttarliga.

Broytingin hjá Elisabeth verður ikki størri enn, at hon longu býr í USA, men fer at flyta stat og ganga á universiteti heldur enn miðnámi.

Hon gongur í løtuni á miðnámsskúla í Jacksonville Florida. Elisabeth fegnast um møguleikan, tí tað er sera stórt hjá einum svimjara at fáa slíkan sáttmála.

Georgia Tech er í bestu deildini í NCAA, bæði hjá monnum og kvinnum. Umframt at svimja á so høgum støði, fer hon at lesa verkfrøði.

Annars fer Elisabeth Erlendsdóttir aftur at umboða Føroyar á oyggjaleikunum í Guernsey í summar. í 2019 var hon yngsti svimjarin nakrantíð, sum umboðaði Føroyar á oyggjaleikum.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026