VIDEO: Ein dreymur hjá FRUM gongur út

VIDEO: Ein dreymur hjá FRUM gongur út
Tónleikur, palllist, klædnasniðgeving, grafikkur og samtíðardansur verða flættað saman, tá FRUM-útgávan "For The Blue Sky" verður sett upp sum teaturkonsert í NLH
19.05.2023 - 16:53

Norðurlandahúsið verður í annaðkvøldð umskapað til eitt stórt sansarúm. 

Hetta hendir í sambandi við, at tónleikaútgávan "For The Blue Sky" hjá føroysku FRUM, verður sett upp sum ein sonevnd teaturkonsert, ið Búi Rouch hevur leikstjórnað. 

Fyri Jenný Kragesteen, sum er listakvinnan handan Frum, er talan um ein dreym, ið gongur út. 

"Eg havi altíð droymt um at kunna skapa eina teaturkonsert, har tónleikurin fær nýggjar dimensiónir og verður víðkaður og settur inn í ein nýggjan samanhang. "For The Blue Sky" er ein ferð gjøgnum støður í lívinum. Frá at verða vakin í heiminum, til at fóta sær, snáva, renna, kempa seg ígjøgnum torførar kenslur, sorg og kærleika," greiðir listakvinnan frá. 

 

Luttakarar:
Búi Rouch - leikstjóri
Jenný Kragesteen - leikari
Vár Bech Árting - leikari
Rannvá Gurðrunardóttir Niclasen - leikari
Amie Jammeh - leikari
Hjørtur Háberg - tónleikari
Ólavur Gaard - tónleikari
Ander Bang Rothmann - tónleikari
Jasmin Mote - sangari
Marianna Winther - sangari
Dania O. Tausen - sangari
Katrina Olsen - sangari
Billa Jenný Jónleifsdóttir - visuellur leikstjóri
John Ivar Venned - ljós
Sámal Blak - pallsnið
Theodor Kapnas - ljóð
Rúna Volmarsdóttir Højgaard - samskipari

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961