Segði farvæl við sigri í Føroyum

Segði farvæl við sigri í Føroyum
Føroyski MMA-íðkarin, Fróði Vitalis Hansen, var leygarkvøldið í ringinum fyri seinastu ferð. Hann takkaði fyri seg við manér frammanfyri føroysku fjøldini í Høllini á Hálsi
22.05.2023 - 13:25

Fróði Vitalis Hansen takkaði fyri seg við manér.

Føroyski MMA-íðkarin var leygarkvøldið í ringinum fyri seinastu ferð, og hann vann sín síðsta dyst frammanfyri fullsettu høllini á Hálsi.

 - Tað var fantastiskt at enda her heima frammanfyri familju og vinum, segði Fróði Vitalis Hansen.

Føroyingurin fekk annars ikki so góða byrjan ímóti mótstøðumanninum úr Luksemborg, Mourad 'buffer' Serrar. 

 - Hann kom sum eitt djór, púra svakur, greiðir Fróði Vitalis Hansen frá. Hann fótaði sær kortini aftur, og so gekk skjótt at avgera dystin.

Sjey dystir vóru á tiltakinum leygardagin og nú vóna Fróði Vitalis Hansen og fyrireikarin, Sigfríður á Plógv, at fleiri føroyingar fáa hug at royna seg í MMA.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Hendingar á Løgtingi og Fólkatingi (2:2)
206594
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
206588
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554
Fríggjadag 3. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
206597
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206563