Nýggj ríðibreyt - nýggir møguleikar

Nýggj ríðibreyt - nýggir møguleikar
Um vikuskiftið var nýggja ríðibreytin á Kráarheyggi tikin í nýtslu. Við hesum eru reiðfólkini tryggjað góðar karmar langt út í framtíðina, sigur Føroyskt Íslandsrossafelag
Tórshavnar Kommuna
22.05.2023 - 13:28

Ross og reiðfólk vóru í góðum hýri leygardagin, tá nýggja ríðibreytin í Havnadali varð tikin í nýtslu.

 - Vit væntaðu at verða liðug í fjør, men tað varð útsett eitt sindur. Nú er hon endiliga liðug, sigur Sedea B. Nolsø, forkvinna í Føroyskum Íslandsrossafelag.

Hetta var í tøkum tíma, sigur føroyski norðurlandameistarin í Gæðingarkeppni, Knút Lützen, tí gamla breytin var gomul og í ringum standi.

 - Hon var blivin øgiliga hørð fyri beini á rossunum, og beini á rossunum eru tað týdningamesta. Tað eru nøkur ár síðan vit byrjaðu at spæla okkum við tankan um at fáa eina nýggja ríðibreyt, sigur hann.


Nýggir møguleikar

Føroysk reiðfólk hava fingið góð úrslit í altjóða kappingum, hóast venjingarumstøðurnar ikki hava verið nøktandi. 

Tað eru tær nú, og tað fer at hava stóran týdning fyri føroyska ríðing komandi árini, sum nú kunnu venja á teimum breytum, sum tey skulu kappast á uttanlands.



 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891