Góðan morgun Føroyar

Gera heilsuskipanir kring heimin betri
23-05-2023
Ein nýggjur altjóða felagsskapur er settur á stovn fyri at gera heilsuskipanir kring heimin betri og geva fólki javnbjóðis atgongd til heilsutænastur

Rifat Atun, professari á Harvard universitetinum, Copenhagen Institute for Futures Studies (CIFS), Microsoft, Roche og Siemens Healthineers hava stovnað felagsskapin The Movement Health Foundation.

Endamálið við felagsskapinum er at betra um heilsuskipanir kring heimin, tí sum støðan er nú, eru skipanirnar ikki burðardyggar.

- Umleið 30% av heilsutænastum og viðgerðum eru mettar at vera óneyðugar og kunnu sparast burtur, sigur Bogi Eliasen, heilsustjóri á Copenhagen institute for Futures Studies.

Trýstið er ov stórt á heilsuskipanum kring heimin, og tað er ov dýrt.

- Tað er neyðugt at hjálpa fólki tíðliga, tá ið tey vera sjúk og at brúka tøkni, sum vit longu hava til at viðgera sjúklingar, sigur Bogi Eliasen.

Felagsskapurin hevur í samstarvi við onnur gjørt broytingar í nøkrum londum. Tey byrjaðu í Suðuramerika, og arbeiðið heldur fram, greiðir Bogi frá, men tað er ikki ein einføld uppgáva.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026