Góðan morgun Føroyar

- Eg var klárur at doyggja í búrinum
23-05-2023
Hetta er avgjørt ikki ein ítróttargrein, sum er egnað til ein og hvønn, ásannar Fróði Vitalis Hansen, sum nú er givin sum MMA-stríðsmaður á høgum stigi

Fróði Vitalis Hansen hevur verið í sínum seinasta alemenna dysti í MMA-búrinum. Tað hendi í Høllini á Hálsi í Havn um vikuskiftið.

Við einum hørðum alboga í pannuna á Mourad Buffer Serrar úr Luksemborg vann havnarmaðurin sín seinasta dyst.

Tankin um at gevast hevur spøkt fleiri ferðir seinastu árini. Skaðarnir hava verið nógvir, og kroppurin er ikki tann, sum hann var fyri 10 árum síðani.

Hóast Fróði Vitalis Hansen nú gevst sum virkin MMA-íðkari, fer hann framvegis at fáast við stríðsítrótt.

Nú verður orkan løgd í at skipa fyri MMA-tiltøkum. Eitt nú einum árligum tiltaki í Føroyum.
 

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026