Góðan morgun Føroyar

Kirkjumaraton tók hálvt triðja ár
25-05-2023
Karla Andreassen og Simona Erlandsdóttir hava verið til gudstænastu í øllum kirkjum og bønhúsum í Føroyum

- Vit høvdu onga aðra plan, enn at vit vildu hava at prestur prædikaði tá vit vitjaðu, og so hava vit lagt ætlanir eftir tí, sigur Karla Andreassen, sum saman við Simonu Erlandsdóttir hevur verið landið runt seinasta hálva triðja árið.

- Eisini vistu vit, at skuldu vit á útoyggj, so skuldi veðrið vera gott, og vit fóru heldur ikki at koyra til Gjáar ella til Dals í hálku um veturin, so tað valdu vit frá tá.

Eitt av serstøku minnunum frá túrinum er, tá tær báðar vóru til gudstænastu saman við bara einum kirkjugangara afturat, umframt kirkjutænarum.

Hetta, at royna eitt kirkjumaraton er avgjørt nakað, tær viðmæla øðrum at royna.

- Vit hava hitt so nógv ymisk fólk og fingið nógv góð prát, siga tær at enda.

Góðan morgun Føroyar

Góðan morgun Føroyar er á skránni gerandismorgnar frá klokkan 7:35 til 9:50. Sendingin loftar aktuellum evnum, hevur fastar tættir og leggur upp til interaktivitet. Alt er kryddað við tónleiki, nýggjum og eldri.
Samband: gmf@kvf.fo, telefonnummar +298 347500
Tour de France búni, kapping
29-05-2026
Prát og veðrið
29-05-2026
Prát og Goggudansur í Sjónleikarhúsinum
28-05-2026
Prát og veðrið
28-05-2026
Hjálpararbeiði í Ukreina, Felagið føroysk marknaðarfólk endurstovnað
27-05-2026
Prát og veðrið
22-05-2026
Prát og Visit Faroe Islands
21-05-2026
Prát og veðrið
21-05-2026
Børn & harðskapur, skótar til DM
20-05-2026